Fyrrverandi starvsfólk á vitjan

Í morgun hevði sparikassin forkunnuga vitjan av fyrrverandi starvsfólkum í sambandi við, at tað í dag eru 99 ár síðani, at sparikassin varð stovnaður. Norðoya Sparikassi varð stovnaður 24. sept. 1919 og kann komandi ár halda 100-ára stovningardagin.