Handil við virðisbrøvum ávirkaður av umleggingum hetta vikuskiftið

Vegna dagføringar hjá SDC ber ikki til at leggja inn ordrar fyri virðisbrøv frá fríggjadegnum 26. oktober kl. 16. Allir innkomnir ordrar verða verandi í skipanini. Nýggir ordrar kunnu væntandi leggjast inn mánamorgunin 29. oktober kl. 7.30.

Haraftrat ber ikki til at keypa og selja virðisbrøv millum kl. 16.00 -21.00 fríggjadagin 26. oktober.


Vinarligast

Norðoya Sparikassi