Heimlánstrygging

Tað hendir sjálvandi ikki fyri okkum, men so hendir tað kortini. Makin fellur brádliga frá, og støðan gerst bæði torfør og syrgilig. Sum steinur oman á byrðu, mugu húsini seljast ella… 

Í slíkari støðu kann Heimlánstryggingin gera, at tú kanst varðveita húsini.

Um Heimlánstrygging
Við eini Heimlánstrygging kanst tú tryggja tey avvarðandi soleiðis, at skuldin ella partur av henni verður útgoldin, um tú doyrt. Hjúnafelagin kann eisini tekna eina tílíka trygging.

Heimlánstryggingin kann teknast sum egintrygging, har tú tryggjar teg sjálvan við deyða, ella sum krosslívstrygging, har tú tryggjar makan ella sambúgvan við deyða. Viðurskifti í arvalógini gera, at fyrimunir eru við krosslívstryggingini, sum verður útgoldin, eftir at búgvið er gjørt upp. Harvið økist virðið av ognini ikki, sum møguliga skal skiftast við arvingarnar.

Hvør kann tekna Heimlánstrygging?
Um tú skalt tekna Heimlánstrygging, skalt tú ikki hava fylt 50 ár. Tú kanst vera í Heimlánstryggingini, til tú hevur fylt 67 ár.

Tryggingarupphædd
Tryggjast kunnu upp til kr. 1.000.000. Gjørligt er eisini at tekna Heimlánstrygging fyri ein part av samlaðu restskuldini.

Soleiðis teknar tú Heimlánstrygging
Vilt tú tekna Heimlánstrygging, skalt tú fylla út tekningarblaðið og heilsuváttanina niðanfyri. Tú kanst fylla út skjølini á heimasíðuni, prenta tey út at skriva undir og síðani senda okkum tey. Tekningarblaðið skal sendast til Norðoya Sparikassa til ingun@ns.fo og heilsuváttanin til Betri Pensjón pensjon@betri.fo. Heimlánstryggingin er í samstarvi við Betri Pensjón og tekur við, tá ið tú hevur latið Norðoya Sparikassa hesi skjøl aftur. Hetta er treytað av, at Betri Pensjón góðtekur heilsuváttanina.

Tryggingarútgjald
Um tryggingartakarin doyr, verður tryggingarupphæddin goldin inn á lánið/lánini.

Er samlaða restskuldin í Norðoya Sparikassa lægri enn tryggingarupphæddin, verður munurin útgoldin sum ein kundatrygging. Um talan er um krosslívstrygging, verður munurin goldin til tann, sum hevur teknað tryggingina. Arvaavgjald skal í hesum føri ikki rindast.

Upphæddin verður ikki skattað.

Gjald
Árliga tryggingargjaldið er 0,30 % av tryggingarupphæddini. Tryggingargjaldið verður goldið mánaðarliga.

Tryggingarupphædd
Talvan niðanfyri vísir nøkur dømi um ymiskar tryggingarupphæddir. Um tryggingarupphæddin verður lækkað, minkar gjaldið samsvarandi. Samlaða tryggingarupphæddin fyri Heimlánstrygging og Kundatrygging kann ongantíð vera hægri enn kr. 2.000.000.

Upphædd Gjald um mánaðin
kr. 100.000 kr. 25
kr. 200.000 kr. 50
kr. 400.000 kr. 100
kr. 600.000 kr. 150
kr. 800.000 kr. 200
kr. 1.000.000 kr. 250

Uppsøgn
Vilt tú strika tryggingina, kann hon sigast upp til fyrst í einum mánaði.

Tekningarblað - krosslívstrygging.pdf  

Tekningarblað - egintrygging.pdf  

Heilsuváttan.pdf  

Broyting av verandi tryggingum mai 2020.pdf  

Uppsøgn av tryggingum mai 2020.pdf  

Ískoyti bráðsjúkutrygging NS.pdf