Íløgur í virðisbrøv

At gera íløgur í virðisbrøv kann loysa seg, tí tú kanst fáa størri vinning burtur úr tínum peningi, enn um tú letur hann standa inni á kontuni.

Váði og vinningur/tap fylgjast. Tað vil siga, at jú størri váða tú vilt taka, jú størri vinningur/tap. Havast skal eisini í huga, at tess longri tíðarskeið peningurin verður bundin til íløguna, tess størri verður vinningurin

Norðoya Sparikassi samstarvar við einstøk íløgufeløg. Eitt tílíkt íløgufelag minkar munandi um váðan. Hetta kemst av, at tín peningur verður nýttur til at keypa fleiri virðisbrøv í fleiri ymsum fyritøkum, og harvið verður váðin spjaddur og minkar tískil.

Vit leggja dent á einstaka ráðgeving. Støkk inn á gólvið, so vit í felag kunnu finna tín íløguprofil, t.d. hvussu stóran váða tú vilt taka, og hvussu leingi tú vilt hava peningin bundnan í virðisbrøv. So veitir Norðoya Sparikassi tær ta vegleiðing og ráðgeving, sum tær tørvar, soleiðis at íløgur tínar verða framdar tær at frama.

Virðisbrævavinningur er skattskyldug inntøka og verður skattaður eftir serligum reglum. Heilt stutt kann sigast, at privatfólk rinda 35% í skatti av tílíkari inntøku, og feløg rinda 18%.

Samstarv og provisjón

Norðoya Sparikassi samstarvar við íløgufeløg um sølu og umboðan av teirra íløguprógvum. Í hesum sambandi móttekur sparikassin leypandi provisjón.

Í løtuni samstarvar sparikassin við BankInvest (www.bankinvest.dk) og móttekur upp til 0,55 % í leypandi provisjón p.a. av útvaldum íløguprógvum.