
Gjaldkort
Kundar í Norðoya Sparikassa kunnu fáa fleiri ymisk gjaldkort.
Dankort
Dankortið kann nýtast til at taka pening út og at keypa við í handlum í danska kongaríkinum.

Visa/Dankort
Visa/Dankortið er eitt altjóða kort. Við Visa/Dankortinum kanst tú taka pening út og keypa í handlum kring allan heimin umframt á internetinum.

MasterCard Debit
MasterCard Debit-kortið er kortið til tín, ið vil hava kort við saldueftirliti.
MasterCard Debit er gott ungdómskort.

MasterCard Kredit
MasterCard Kredit er eitt úrvalskort. Við MasterCard Gull ella Platin fært tú tryggingar og nógvar fyrimunir. Skalt tú uttanlands, er skilagott at hava tvey ymisk gjaldkort.

Rinda lætt og trygt við Apple Pay
Nú kanst tú nýta Apple Pay við tínum gjaldkorti frá Norðoya Sparikassa.

Fitbit Pay
Nú kanst tú rinda lætt og trygt við Fitbit Pay við tínum gjaldkorti frá Norðoya Sparikassa.

Felags PIN-kota
Hevur tú fleiri gjaldkort í Norðoya Sparikassa, ber til at fáa EINA PIN-kotu til øll kort tíni.

Myndakort
Mynda títt heilt persónliga gjaldkort.
Dankort, Visa/Dankort og MasterCard Debit fáast øll við egnari mynd.

Sperra kort
+45 44 89 29 29 fyri Dankort og Visa/Dankort. +45 44 89 27 50 fyri MasterCard og MasterCard Debit

Tvey kort við á ferðini
Skalt tú uttanlands at ferðast, er skilagott at hava tvey ymisk gjaldkort við tær.

Umrokningarkursir
Hent er at hava umrokningarkursir, tá ið gjaldkort verða brúkt uttanlands.

Mótmæli
Er títt gjaldkort misnýtt, hevur tú møguleika fyri at mótmæla ella vísa aftur gjaldingum.
