NEP-krav hjá Norðoya Sparikassa

Fíggjareftirlitið hevur tann 26. mars 2020 ásett NEP-kravið hjá Norðoya Sparikassa sambært § 266, stk. 1, í lóg um fíggjarvirksemi.

NEP-kravið er ásett til 24,5 % av váðavektaðu ognunum frá 1. januar 2025 at rokna.

Norðoya Sparikassi hevði við ársenda 2019 ein solvens á 21,7 %.

Viðlagt er avgerð frá Fíggjareftirlitinum viðvíkjandi ásetan av NEP-kravi.


NEP avgerð - Norðoya Sparikassi.pdf