Netbankin sum app í dagførdari útgávu

Gev gætur:  Dagføringarnar krevja, at tín fartelefon hevur stýrisskipan, sum er á ávísum útgávustigi, nevniliga :    Android stýrisskipan 5.0.0 ella hægri, - ella IOS 10.2 ella hægri. 


Nýtt í netbankanum sum app, galdandi frá 6. nov 2018:

Góðkenning við fingramerki/andlitsmynd: Nú er møguligt eisini at góðkenna rindanir við fingramerki/andlitsmynd, umframt sum higartil við PIN-kotu. Um tú longu ritar inn við fingramerki/andlitsmynd í netbankan sum app, so er nýggi møguleikin sjálvvirkandi virkin. Annars kanst tú virkja henda møguleika undir ”Uppseting”.

Betri kontuyvirlit: Tú avger sjálv/-ur raðfylgjuna yvir kontur tínar. Tú fært vegleiðing til hetta, fyrstu ferð, tú ritar inn í nýggju útgávuna.

Trygdin enn betri: Trygdin er enn betri við, at fartelefon og netbanki sum app verða samantengd. Fyrstu ferð, ið tú ritar inn í hesa nýggju útgávuna, skalt tú tí vátta fartelefonnummar títt og inntøppa eina kotu, sum tú fært sendandi sum sms.


Vinaliga
Norðoya Sparikassi