Við netbankanum frá Norðoya Sparikassa kanst tú avgreiða fíggjarligu viðurskifti tíni alt samdøgrið.

Fyrimunir
Tú kanst nýta netbankan til m.a.:

  • Síggja saldu
  • Gjalda rokningar
  • Síggja komandi gjaldingar
  • Gera flytingar
  • Stovna fastar flytingar
  • Undirskriva skjøl
  • Síggja bókingar
  • Gera flytingar, hópflytingar og lønarflytingar
  • Biðja um uttanlandsflyting (SWIFT flyting)
  • Gjalda FI-kort eins og hesi kunnu meldast til GjaldSkipanina
  • Síggja skjalagoymslu
  • Skriva trygt til okkum
  • Gera íløgur


Trygd
Norðoya Sparikassi ger í samstarvi við føroysku peningastovnarnir og SDC nógv til tess at tryggja netbankan sum best, og samstundis eru nakrar trygdarloysnir til tín, har tú kanst tryggja teldu tína ímóti teldusníkum sum heild.

NemID innritan
NemID er tín atgongd til Netbankan. Við NemID kanst tú rita inn í Netbankan á teldum og teldlum, sum hava netsamband.

Hvussu fái eg NemID?
Set teg í samband við okkum og vit hjálpa tær.

Til tess at tryggja teg uppaftur betur fært tú eina sms-kotu á fartelefonina,tá ið tú gert stórar flytingar. Telefonnummarið er skrásett í kundaviðurskiftum tínum í Norðoya Sparikassa. Hetta kann bert broytast í Norðoya Sparikassa og ikki í netbankanum.

Prísir og treytir

Sí tænastugjøld fyri netbankatænastur her.

Samband

Um tú hevur spurningar ella trupulleikar við netbankanum ert tú vælkomin at ringja til okkum á tel. 475000 ella +45 70204750. Eisini ber til at skriva til netbanki@ns.fo.

Bílegg netbanka
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 475000 ella senda teldubræv til ns@ns.fo.