Norðoya Sparikassi havt árligan umboðsráðsfund

Árligi umboðsráðsfundurin hjá sparikassanum var hósdagin 15. apríl 2021.

Ársfrásøgnin fyri 2020 varð framløgd og góðkend.

Nevndarval var eisini á skránni. Símun Absalonsen og Súsanna Olsen stóðu fyri vali og bæði vórðu afturvald. Harumframt varð Annika Sølvará vald í nevndina ístaðin fyri Jóanis Erik Køtlum, sum hevði valt at siga seg úr nevndini.

Eftir fundin skipaði nevndin seg við Símuni Absalonsen sum formanni og Karl Hera Joensen sum næstformanni.

Í nevndini sita nú:

Símun Absalonsen, formaður

Karl Heri Joensen, næstformaður

Annika Sølvará, nevndarlimur

Frimodt Rasmussen, nevndarlimur

Súsanna Olsen, nevndarlimur

Rúni Heinesen, nevndarlimur

Guðrið Lava Olsen, starvsfólkavaldur nevndarlimur

Tummas Martin Sólsker, starvsfólkavaldur nevndarlimur

Jørmund Foldbo, starvsfólkavaldur nevndarlimur