Norðoya Sparikassi 15,5 milliónir í avlopi í 2020


Úrslitið áðrenn skatt í 2020 var eitt avlop upp á 15,5 mió. kr. Sparikassin er nøgdur við avlopið og at grundraksturin er styrktur.

Grundrakstur styrktur

Grundraksturin í 2020 var merktur av hægri inntøkum og lægri útreiðslum. Inntøkurnar øktust við 4,9 mió. kr., meðan útreiðslurnar lækkaðu við 6,2 mió. kr. Útreiðslurnar í 2019 vóru ávirkaðar av stakútreiðslum í sambandi við sparikassans 100-ára hátíðarhald. 

Grundraksturin í 2020 hækkaði úr 8 mió. kr. upp í 19 mió. kr., sum er ein øking upp á 11 mió. kr.

Hóast árið 2020 varð merkt av Covid-19, so hevur ávirkanin á sparikassans kundar higartil verið avmarkað. Sparikassin hevur ikki staðfest beinleiðis tap av Covid-19, men hevur avsett 8 mió. kr. í sambandi við langtíðarárin og møgulig komandi tap.

Økt virksemi

Útlánini øktust úr 1.947 mió. kr. upp í 1.990 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 2,2 %. Innlánini øktust úr 2.403 mió. kr. upp í 2.469 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 2,8 %.

Áhugin fyri at seta pening í ábyrgdarfæ er framvegis stórur og í 2020 hækkaði samlaða ábyrgdarfæið úr 25,2 mió. kr. upp í 28,5 mió. kr. Hetta er ein øking upp á 3,3 mió. kr. ella 13,1 %.

Gjaldføri og solvensur

Gjaldførið er gott. Við ársenda 2020 var lyklatalið fyri gjaldførið 277 % í mun til lógarkravda gjaldførið á 100 %.

Eisini solvensurin er góður. Við ársenda 2020 var solvensurin 22,6 % sammett við 21,7 % árið fyri.


Árligi umboðsráðsfundur sparikassans verður 15. apríl 2021.

Ársfrásøgnin fyri 2020 kann síggjast her.

 

NORÐOYA SPARIKASSI

Marner Mortensen, stjóri