Norðoya Sparikassi framvegis SIFI-peningastovnur


Fíggjareftirlitið hevur í dag endurútnevnt sparikassan til framvegis at vera SIFI-peningastovnur í Føroyum. Fráboðanin frá Fíggjareftirlitinum er viðløgd niðanfyri.

Í løtuni verður føroyska lóggávan um SIFI-peningastovnar endurskoðað. Danska váðaráðið hevur mælt donsku stjórnini til at broyta markvirðini fyri at áseta, hvør peningastovnur í Føroyum skal vera SIFI-peningastovnur. Tilmælið er, at ein peningastovnur, sum hevur ein javna minni enn 3 mia. kr. verður ikki tilnevndur sum SIFI-peningastovnur. Javnin hjá Norðoya Sparikassa er í løtuni uml. 2,8 mia. kr.

Danska vinnumálaráðið tekur undir við tilmælinum og lógin verður galdandi frá 1. januar 2021.

NORÐOYA SPARIKASSI


Frágreiðing frá Fíggjareftirlitinum 2020.pdf