Norðoya Sparikassi heldur fram sum høvuðsstuðul hjá Stjørnuni

Norðoya Sparikassi og hondbóltsfelagið Stjørnan hava í dag undirskrivað avtalu um at halda fram við samstarvinum. Við hesi avtalu er Norðoya Sparikassi høvuðsstuðul hjá Stjørnuni kappingarárini 2018/2019 og 2019/2020.

Norðoya Sparikassi hevur seinastu mongu árini verið høvuðsstuðul hjá Stjørnuni og vit fegnast um at samstarvið heldur fram. Eisini í Stjørnuni eru tey fegin um avtaluna og skriva m.a. hetta á heimasíðuni stjornan.com "Stjørnan er sera fegin um avtaluna og saman við øðrum góðum stuðlum, er tað møguligt hjá okkum at halda áframm við menningini av felagnum. Sum kunnugt, so hevur Stjørnan ein høvuðusvenjara, sum tekur sær av venjingunum hjá øllum deildum, saman við einum góðum venjaratoymi í felagnum. Hetta er ein miðvís ætlan, sum skjøtul varð settur á fyri tveimum árum síðani, har nevndin í Stjørnuni avgjørdi at miðvíst arbeiða við kleking og menning av egnum tilfari.

Vit fegnast um hesa gongdina, sum eftir okkara tykki fer at geva úrslit seinni, tí tað er sera umráðandi hjá einum so týdningarmiklum felag sum Stjørnuni, at hava eitt langtíðar aðalmál, har vit í mest møguligan mun við egnum leikarum kunnu mynda allar deildir.

Fíggjarligur stuðul er sjálvandi sera umráðandi, men stuðul frá teimum, sum hava áhugamál í Stjørnuni er ikki at undirmeta og eru vit sera fegin fyri tí góða baklandi, vit hava, tá ið talan er um leikarar, venjarar, hjálparfólk og øllum annars, sum altíð eru fús at veita eina hjálpandi hond til felagsarbeiðið".

Eftir at gentur 14 vóru lidnar at venja og venjingin hjá bestu kvinnudeildini byrjaði, varð stuðulsavtalan undirskivað og bjóðað varð til eina hugnaløtu eftir venjing, har Tummas Martin Sólsker, vinnukundaleiðari í Norðoya Sparikassa, eisini fekk høvi at heilsa uppá Stjørnuleikarnar.

Sí myndir her.