Norðoya Sparikassi heldur fram sum stuðul hjá ÍF-Flogbólti

Norðoya Sparikassi og ÍF-Flogbóltur hava undirskrivað stuðulsavtalu fyri komandi tvey kappingarárini. Við hesi avtalu er Norðoya Sparikassi stuðul hjá meistaraliðnum hjá kvinnum og monnum hjá ÍF-Flogbólti.

Samstarvið við ÍF-Flogbólt byrjaði í 2013, tá sparikassin eisini lat upp deild í Fuglafirði. Felagnum hevur gingist væl hesi árini og vit fegnast um at samstarvið heldur fram.