Norðoya Sparikassi tillagar innlánsrentur og tænastugjøld

Klaksvík, tann 4. november 2019

Grundað á gongdina á peninga- og lánsbrævamarknaðinum, herundir negativa rentu hjá danska tjóðbankanum, verða innlánsrentur tillagaðar í næstum. Fyri vinnukundar merkir hetta, at rentan á vinnuligum innlánum omanfyri 100.000 kr. verður negativ. 

Rentan á vinnuligum innlánum omanfyri 100.000 kr. lækkar til -0,30 % og rentan á vinnuligum innlánum omanfyri 750.000 kr. lækkar til -0,75 %. Tó eru frítíðarlønarkontur ikki fevndar av negativum rentum. Broytingin fær gildi frá 20. novembur 2019. 

Privatkundar rinda ikki negativa rentu, men rentan á ávísum privatum innlánum lækkar við upp til 0,2 %-stigum og fær gildi frá 5. desembur 2019. 

Harumframt verða ávís tænastugjøld tillagaði við virknaði frá 5. desembur 2019. 

Yvirlit við rentum og tænastugjøldum verður kunngjørt á heimasíðu sparikassans www.ns.fo, tá ið broytingarnar koma í gildi. 

NORÐOYA SPARIKASSI