Norðoya Sparikassi tillagar rentur á privatum innlánum

Fyri at tillaga rakstur sparikassans til lága rentustøðið og herdu kapitalkrøvini komandi árini, verða innlánsrentur og upphæddarmørk á privatum innlánum broytt. 

Markið fyri hvussu nógv privatkundar kunnu hava innistandandi á vanligum kontum uttan at rinda negativa rentu, lækkar úr 500.000 kr. niður á 250.000 kr. Hetta merkir, at negativ renta verður rindað av tí upphædd, sum er omanfyri 250.000 kr.

Markið fyri hvussu nógv privatkundar, sum eiga ábyrgdarpening upp á minst 30.000 kr., kunnu hava innistandandi á vanligum kontum uttan at rinda negativa rentu, lækkar úr 1.000.000 kr. niður á 750.000 kr. Harvið fáa ábyrgdarar framvegis ein fyrimun á 500.000 kr. í mun til vanliga upphæddarmarkið á 250.000 kr.

Samstundis verður negativa rentan broytt frá -0,75 % til -0,60 % fyri privat innlán. 

Innistandandi hjá børnum og ungum á ávikavist Silvakontu og Gullkontu eru ikki umfatað av negativum rentum.

Harumframt eru eftirlønir ikki umfataðar av negativum rentum. 

Broytingarnar fáa gildi frá 1. januar 2021. Yvirlit við rentum verður dagført á heimasíðu sparikassans, www.ns.fo, tá ið broytingarnar koma í gildi.

NORÐOYA SPARIKASSI