NS hálvmaraton 2019 verður leygardagin 11. mai

Leygardagin 11. mai kl. 14.00 skipar Treysti fyri NS hálvmaraton í Klaksvík. Eisini verður 5 km. stuðulsrenning og barnarenning. Barnarenningin byrjar kl. 13.30.

Luttøkugjaldið, sum kemur inn til NS stuðulsrenning Klaksvík 2019, fer óskert til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn.

Startnummar kann heintast í Norðoya Sparikassa leygardagin 11. mai kl. 11.30 - 13.30. 

Startnummar til barnarenningina má heintast áðrenn kl. 13.00.

Les meira og melda til her.