Sámal á Tjaldrafløtti avlærdur í Norðoya Sparikassa


Sámal hevur lært í sparikassanum, og varð hann avlærdur 29. mai 2020. 

Eftir lokna peningastovnsútbúgving kann Sámal nú kalla seg peningastovnsatstøðing.

Norðoya Sparikassi ynskir Sámali hjartaliga til lukku við próvnum og blíðan byr framyvir.