Slaktið 2019

Norðoya Sparikassi ein av høvuðsstuðlunum hjá tiltakinum “Slaktið”, sum verður í Tórsgøtu leygardagin 14. septembur 2019.

Norðoya Sparikassi bjóðar ókeypis suppu, kaffi, te, sunkist til børnini og okkurt søtt til góman í Perluni.

Tiltakið er frá kl. 10-16.

Øll eru hjartaliga vælkomin.