Kundaráðgevi til Norðoya Sparikassa

Søkt verður eftir kundaráðgeva til kundatænastuna á høvuðsdeild sparikassans í Klaksvík


Uppgávur
Sum kundaráðgevi í kundatænastuni hjá Norðoya Sparikassa gerst tú partur av einum toymi, sum setur góða kundarøkt í hásæti. Uppgávurnar fevna um alla vanliga kundatænastu og avgreiðslu umframt ráð­geving um netbanka, kort og aðrar tænastur. Eisini fevna uppgávurnar um framleiðslu og skrásetingar fyri aðrar eindir í sparikassanum. Sum frá líður verður tú heildarráðgevi hjá einum bólki av privatkundum.

Persónligir eginleikar
Tú ert ágrýtin, fyrikomandi og álitisvekjandi og tú brennir fyri at veita eina góða tænastu og ráðgeving. Tú trívist í einum arbeiði, sum í stóran mun er myndað av regluverkum. 

Fakligir førleikar

Peningastovnsútbúgving ella onnur viðkomandi útbúgving er ein fyrimunur.

Upplýsingar um starvið
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Eyðun Kjølbro á telefon 295055.

Umsóknarfreist

Umsókn saman við próvskjølum og møguligum øðrum viðkomandi skjølum skulu vera sparikassanum í hendi í seinasta lagi 12. apríl 2021 og skal sendast til:

Norðoya Sparikassa
Att: Eyðun Kjølbro,
Ósávegur 1,
Postsmoga 149,
FO-700 Klaksvík

ella sum teldupostur til eydunk@ns.fo


Norðoya Sparikassi
Ósávegur 1
Postboks 149
FO-710 Klaksvík
Tel. 475000
ns@ns.fo

ns_kundaradgevi.pdf