Trygdin at innrita í netbankan verður økt

Tryggari at innrita í netbankan
Nýggj trygdarkrøv frá ES hava við sær, at trygdin í Netbankanum verður økt tann 14. september. Í tí sambandi eru tvær broytingar, ið ávirka teg:

1. Tú skalt bæði brúka loyniorð og NemID-lykil, tá ið tú ritar inn í Netbankan. Brúkar tú "Gomul innritan", skalt tú bæði brúka loyniorð og einnýtiskotu, sum verður send til tína fartelefon.

2. Ert tú privatkundi, verður tú sjálvvirkandi útritað/-ur úr Netbankanum, um tú hevur verið óvirkin í 5 min. Ert tú vinnukundi, verður tú útritað/-ur eftir 30 óvirknar minuttir.

NemID-lyklaappin ger tað lættari at brúka Netbankan

Um tú hevur NemID-lyklaappina á telefonini, er tað lættari at rita inn í Netbankan. Appin er eins trygg og vanliga lyklakortið, og tú sleppur undan at hava kortið við tær.

Legg til merkis, at NemID-lyklaappin finst í tveimum útgávum - ein til privat NemID og ein til vinnulig, starvsfólka NemID.

Brúkar tú "Gomul innritan"

Av tí at einnýtiskotan verður send til tína fartelefon, er tað umráðandi, at rætta nummarið er skrásett hjá okkum. Set teg í samband við okkum á 475000, um skrásetingin skal broytast.


Vinarliga

Norðoya Sparikassi