Visa Europe skiftir til Visa Global undirstøðukervi

VISA Europe flytir sítt undirstøðukervi yvir til VISA Global og boðar frá, at hetta kann órógva rindanir við útlendskum Visa-kortum í tíðarbilinum kl. 02 - 06 komandi nátt (20. sept 2018).

VisaDankortini verða tó bert órógvaði í tann mun, tey í hesum tíðarskeiði verða nýtt til handil á útlendskum heimasíðum.

Vinarligast

Norðoya Sparikassi