Starvslýsing: Kundaráðgevi til Norðoya Sparikassa í Havn
Søkt verður eftir kundaráðgeva til deild sparikassans í Havn
Uppgávur
Sum kundaráðgevi hjá Norðoya Sparikassa í Havn gerst tú partur av einum toymi, sum setur góða ráðgeving í hásæti.
Tú veitir heildarráðgeving til privatkundar, samstundis sum tú gerst ein partur av einum vælvirkandi toymi av ráðgevum.
Persónligir eginleikar
Tú hevur góð samstarvsevni, ert ágrýtin, fyrikomandi og álitisvekjandi og tú brennir fyri at veita eina góða tænastu og ráðgeving. Tú trívist í einum arbeiði, sum í stóran mun er myndað av regluverkum.
Fakligir førleikar
Peningastovnsútbúgving ella onnur viðkomandi útbúgving er ein fyrimunur.
Upplýsingar um starvið
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Finnur Klein á telefon 295058.
Umsóknarfreist
Umsókn saman við próvskjølum og møguligum øðrum viðkomandi skjølum skulu vera sparikassanum í hendi í seinasta lagi 16. januar 2024 og skal sendast til starv@ns.fo ella:
Norðoya Sparikassa
Att: Eyðun Kjølbro
Ósávegur 1
Postsmoga 149
FO-700 Klaksvík