
Stuðul
Norðoya Sparikassi ynskir at vera ein viðspælari og at gera mun í føroyska samfelagnum. Tí stuðla og samstarva vit við einstaklingar, bólkar, feløg og onnur í nærumhvørvinum í Føroyum. Eisini vilja vit, at stig, ið annars ikki verða tikin, kunnu gerast veruleiki.
Tá søkt verður um stuðul, ynskja vit at:
- Tú ert kundi í Norðoya Sparikassa
- Talan er um góða og gjøgnumhugsaða verkætlan
- Fíggjarætlan verður løgd saman við umsóknini
- Tú hevur gjørt tær hugsanir um, hvørjar fyrimunir Norðoya Sparikassi kann fáa við stuðulssamstarvinum
Bert skrivligar umsóknir verða viðgjørdar, og viðgerðartíðin kann vera uml. 1 mánað. Vit viðgera ikki umsóknir til tiltøk, sum liggja minni enn 14 dagar frá umsóknardegnum.

Søk um stuðul
Skrivlig umsókn við øllum týðandi upplýsingum skal sendast marknaðardeildini.