KOM VIÐ Á SKATTAVEIÐU Á SJÓMANNADEGNUM LEYGARDAGIN 22. AUGUST KL. 12-18.
Silvi hevur brúk fyri tínari hjálp! Sjórænarar hava stolið loyniorðið til stóru skattakistuna hjá Norðoya Sparikassa. Hjálp Silva at finna teir 7 sjórænararnar við bókstavum runt á økinum og savna loyniorðið á skattakortinum. Skattakortini kunnu heintast í ís-teltinum á barnaøkinum. Øll, sum finna rætta loyniorðið, eru við í lutakastinum um eitt gávukort frá Klaksvíkar Handilsfelag, virði 2.000 kr.
Loyniorð til keyp á netinum
Tá ið tú nýtir gjaldkortið í einum nethandli, ið nýtir 3D Secure, skalt tú hava eitt persónligt loyniorð og skráseta títt fartelefonnummar. Tú skalt brúka Samleikan til at stovna loyniorðið, og tú verður biðin um at stovna eitt loyniorð fyri hvørt gjaldkort. Til ber at hava sama loyniorð til fleiri kort.
Tíðindi

Politi, peningastovnar og Talgildu Føroyar ávara um víðfevnd sms-svikálop
Politiið, Talgildu Føroyar og peningastovnarnir ávara nú í felag um støðuna. Fært tú eini óvæntað sms-boð við einum leinki, er greiða áheitanin: Steðga á. Hugsa teg um. Spyr.

Vælkomin í Silvaland
Í tríggjar dagar bjóðar Silvalandið fjølbroytt og gott undirhal. Ballóngarður, hoppiborgir, teknistova, pinkuland, barnacafé og andlitsmáling umframt undirhald á pallinum.

Svikarar halda ikki summarfrí
Í løtuni eru ymisk følsk SMS-boð í umferð, ið biðja teg trýsta á eitt leinki, rita inn við Samleikanum og síðani lata upplýsingar um gjaldskort o.a.

Freistir fyri flytingar áðrenn ólavsøku
Her sært tú, hvørjar freistir eru galdandi fyri flytingar, sum skulu vera á kontu hjá móttakara áðrenn ólavsøku.
