Íløgur

Hevur tú samanspardan pening – eftirløn ella vanliga samansparing – og tær ikki nýtist at fáa fatur á peninginum í stundini, kann tað vera skilagott at gera íløgur í virðisbrøv.

Í longdini er væntaði vinningurin við virðisbrøvum størri enn við at hava peningin innistandandi. Harafturímóti er váðin størri.

Tað er møguligt hjá bæði royndum og óroyndum at gera íløgur við Norðoya Sparikassa.

Áðrenn tú byrjar, er umráðandi at seta tær hesar spurningar:

  • Hvat er endamálið við at gera íløgur?
  • Hvussu stór skal upphæddin vera?
  • Nær skal peningurin nýtast?
  • Hvussu stóran váða vilt tú taka?

Ger ikki íløgur fyri pening, tú ikki hevur.

Set teg í samband við okkum og fá atgongd til íløgutænasturnar í netbankanum.

Vit vegleiða um íleggjaraverju sambært sonevndu MiFiD-reglunum og stovna virðisbrævagoymsluna.


Vit hjálpa tær í gongd

Les meira

Keyp og sel sjálv/ur

Les meira

Burðardyggar íløgur

Les meira

Ábyrgdarpeningur

Les meira
Hvør er tín váði?

Tá tú gert íløgur í virðisbrøv, átekur tú tær ein váða. Tí er umráðandi at gera tær greitt, hvønn váða tú ynskir at taka. Váði og avkast hanga saman.

Átekur tú tær høgan váða, er møguleiki fyri stórum avkasti, men gongst illa, er eisini møguleiki fyri stórum tapi.

Um tú hinvegin átekur tær lágan váða, kann sleppast undan ringastu tapunum, men tá vil avkastið eisini vera minni.

Í váðamerkingini niðanfyri verður váðin og gjøgnumskygni fyri hvønn váðabólk lýstur.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost