Góð ráð um kort

Ert tú kundi í Norðoya Sparikassa, kanst tú hava fleiri ymisk gjaldkort, ið øll eru til ymiskan tørv. Tað er umráðandi, at tú hevur júst tað kortið, ið hóskar tær, og eisini kann tað vera hent at hava fleiri kort. Skalt tú t.d. út at ferðast, er gott at hava tvey kort. Skuldi borist á, at annað kortið bleiv burtur, ert tú kortini trygg/ur og kanst sostatt eisini avgreiða tíni fíggjarligu viðurskifti ómakaleyst.

Goym kortið trygt

Kanna við jøvnum millumbilum, at kortið ikki er burtur. Kortið er eins persónligt og koyrikort, pass og tílíkt.

Bert tú eigur at kenna loynitalið

Upplýs ikki loynitalið fyri nøkrum. Loynitalið skal undir ongum umstøðum goymast saman við kortinum ella skrivast á kortið. Tú fært eitt loynitalskort sendandi, har tú kanst skriva upp loynitalið og goyma. Loynitalskortið fært tú saman við loynitalinum.

Nýt loynitalið við umhugsni

Statt tætt við sjálvtøkuna ella terminalin og halt aðra hondina yvir hina, tá ið loynitalið verður trýst inn.

Minst til at føra roknskap

Goym kvittanina og ber hana saman við kontuavrit frá sparikassanum.

Goym ikki kortið ov nær við magnetisk svað (felt)

Goym ikki kortið ov nær magnetum, t.d. magnetlásum í taskum ella elektroniskum tólum, tí tað kann hava við sær, at kortið verður oyðilagt.

Ver varin við teldubrøvum Tú skalt ikki svara teldubrøvum frá peningastovni, um tað í hesum brøvum eru viðheft leinki, ið biðja teg um tínar persónligu upplýsingar, herundir eisini kort-upplýsingar. Ein peningastovnur vil ongantíð senda tær eina slíka áheitan. Ver yvirhøvur varin við at senda tínar persónligu upplýsingar umvegis vanligt bræv. Tað svarar til, at tú sendir upplýsingarnar við vanligum postkorti.

Verður kortið mist burtur ella stolið, skal sigast frá beinanvegin

Í avgreiðslutíð sparikassans verður boðað til Norðoya Sparikassa á telefon 475000.

Er sparikassin stongdur, skalt tú ringja til Nets í Danmark á telefon:

+45 44 89 29 29 um Dankort og Visa/Dankort.

+45 44 89 27 50 um Mastercard Kredit og Mastercard Debit.

Tú skalt upplýsa navn, bústað, navn á peningastovni og kortnummar ella kontunummar.

Kortið verður beinanvegin sperrað og kann ikki longur nýtast.

Minst til at bíleggja nýtt kort beinanvegin.  

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost