Mastercard Kredit

Við Mastercard Kredit frá Norðoya Sparikassa fært tú eitt kort við fleiri fyrimunum:

  • Lætt og skjótt at gjalda
  • Rentuleysan kreditt
  • Tryggingar
  • Avsláttarmøguleikar

 

Standard, Gull og Platinum

Tað eru tríggjar útgávur av Mastercard Kredit: Mastercard Standard, Mastercard Gull og Mastercard Platinum.

Les meira um kortini her: 

Mastercard Standard

  • ✓ Útgjald í sjálvtøku upp til 3.000 kr. um dagin, tó  í mesta lagi 15.000 kr. um mánaðin 
  • ✓ Kreditthámark á 30.000 kr.  
  • ✓ Ferðatrygging  (Treytað av at ferðin er keypt við kortinum)

Mastercard Gull

  • ✓ Útgjald í sjálvtøku upp til 6.000 kr. um dagin, tó í mesta lagi 30.000 kr. um mánaðin
  • ✓ Kreditthámark á 50.000 kr. 
  • ✓ Ferðatrygging
  • ✓ Víðkaðan klagurætt í sambandi við vørukeyp

Mastercard Platinum

  • ✓ Útgjald í sjálvtøku upp til 10.000 kr. um dagin, tó í mesta lagi 50.000 kr. um mánaðin
  • ✓ Kreditthámark á 250.000 kr. 
  • ✓ Ferðatrygging
  • ✓ Víðkaðan klagurætt í sambandi við vørukeyp
  • ✓ Priority Pass
Tryggingar

Mastercard kredittkort hava fleiri ymiskar tryggingar. Tryggingarnar á Mastercard Gold og Platinum fevna eisini um hjúnafelaga/maka og børn undir 21 ár. Tryggingarnar á kortunum eru ymiskar, niðanfyri kanst tú lesa um tryggingarnar. 

 

Priority Pass – atgongd til loungir kring allan heimin

Við Priority Pass hevur tú sum ferðandi atgongd til meir enn 600 loungir kring allan heimin. Í Danmark fært tú atgongd til loungirnar á flogvøllunum í Billund og Keypmannahavn.

Priority Pass fæst bert saman við Mastercard Platinum Debit og Kredit. Tosa við okkum, vilt tú vita meir um Priority Pass, ella trýst her.

Familjukort

Mastercard familjukortið til hjúnafelaga/maka og heimabúgvandi børn yvir 18 ár, kann knýtast at vanligum Mastercard. Ongar sjálvstøðugar tryggingar ella eykatænastur eru knýttar at familjukortinum.

Familjukortið kann bert bíleggjast, um eitt privatkort/høvuðskort longu er bílagt til somu kontu.

Mastercard konta

Fyri hvørt Mastercard verður ein Mastercard-konta stovnað.

Hvat kann kortið nýtast til?

Tað er skilagott at hava eitt Mastercard, tá ið tú skalt út at ferðast.

Nógvir tryggingar og avsláttarmøguleikar eru knýttir at Mastercard. T.d. eru hesar tryggingar knýttar at kortunum: flogfar/viðføri er seinkað , uttanlandsferð verður avlýst, ferðavanlukka, boðsendur at koma heim o.s.fr.

Fyritøkan kann brúka Mastercard Business til fleiri ymiskar gjaldshættir. T.d. at keypa amboð, flogferðaseðlar, gisting, hýruvognskoyring o.s.fr.

Hvar kann kortið brúkast?

Við Mastercard kanst tú gjalda í 29 mió. ymiskum støðum kring allan heimin. Tað kann vera í handlum, matstovum o.ø. Í Føroyum ber til at gjalda fyri vørur og tænastur hjá gjaldsmóttakarum, ið taka ímóti Mastercard.

Skalt tú uttanlands, er skilagott at taka tvey ymisk gjaldkort við tær, og eitt Mastercard er eitt skilagott ískoyti, um tú t.d. longu hevur Visa/Dankort. Harumframt kanst tú gjalda við Mastercard á alnetinum.

Kredittur

Við Mastercard hevur tú kreditt til tær gjaldingar, ið tú gert við kortinum. Nýtslan verður gjørd upp 20. í hvørjum mánaði og goldin beint eftir hvørt mánaðarskifti. Hetta merkir, at tú í 42 dagar hevur rentuleysan kreditt at nýta.

Hvussu fái eg Mastercard?

Um tú vilt fáa Mastercard, ert tú vælkomin inn í eina av deildum okkara at fylla út eina umsókn og geva okkum hana.

Hvørjar treytir eru fyri at fáa Mastercard

Skal tú hava Mastercard, er neyðugt at lúka galdandi treytir. Tú skalt vera fylt/ur 18 ár og vera góðkend/ur í kredittmeting.

Mastercard rentustig:

Mastercard Standard 12,25 %

Mastercard Gull 10,25 %

Mastercard Platinum 9,25 %

Kostnaðir fyri Mastercard síggjast her.

Kort burturmist

Missir tú kortið burtur, skalt tú beinanvegin siga sparikassanum frá. Missir tú kortið burtur, tá ið sparikassin er stongdur, skalt tú seta teg í samband við Nets kundatænastuna á tel. +45 44 89 27 50, ið svarar alt samdøgrið.

Kontaktleys gjalding

Við kontaktleysari gjalding kanst tú skjótt og lætt gjalda upphæddir undir kr. 225. Til ber at gjalda við Mastercard, uttan at kortið nertir við kortterminalin, og tær tørvar hvørki PIN-kotu ella undirskrift. Mastercard verður dagført við einum sendara í flísini, so tú skalt bara halda kortið ímóti kortterminalinum. Tá ið kortterminalurin vísir OK, er í lagi, og tú fært eina kvittan.

Kortterminalar merktir við hesum frámerki kunnu nýtast til kontaktleysa gjalding:

 

Í mesta lagi kr. 225
Kontaktleys gjalding kann brúkast til at gjalda upphæddir upp til kr. 225. Skalt tú gjalda upphæddir yvir kr. 225, mást tú brúka PIN-kotu.

Sama hvussu nógvan pening talan er um, ger tú sjálv/ur av, um tú vilt brúka kontaktleysa gjalding, ella um tú rindar við flís/undirskrift sum vanligt.

Trygd

Er kortið burturmist og verður misbrúkt av onkrum í kortterminali, sum hevur kontaktleysa gjalding – upphæddir undir kr. 225 – heftir tú ikki fyri upphæddina. Í hesum føri rindar tú heldur ikki sjálvsábyrgd.

 

Kortásetingar fyri Mastercard Kredit

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost