Bústaðarlán
Her er talan um annuitetslán og seriulán. Við annuitetsláni er lánsgjaldið tað sama, heilt til lánið er útgoldið. Fyrstu tíðina er rentan størri enn avdrátturin, men sum frá líður gerst býtið øvugt, rentuparturin verður minni og avdrátturin størri. Sostatt er rentustuðulin lutfalsliga hægri fyrstu tíðina.
Við seriuláni eru avdráttirnir eins stórir, heilt til lánið er útgoldið, meðan rentan, og sostatt samlaða lánsgjaldið, sum frá líður gerst minni.
Lægsta renta verður veitt upp til í mesta lagi 80 % av virðinum.
Gev gætur: Lániroknarin niðanfyri byggir á annuitetslán, har lánsgjaldið er tað sama alt afturgjaldstíðarskeiðið.