Bráðsjúkutrygging

Hevur tú Restskuldar- og /ella Kundatrygging í Norðoya Sparikassa, kanst tú tekna eina Bráðsjúkutrygging. Hendan tryggingin skal teknast, áðrenn tú ert fylt/ur 50 ár.

Børn upp til 18 ár eru eisini fevnd av tryggingini, við 60 % av tí, sum tryggingartakarin er tryggjaður fyri.

Tryggingarupphædd

Við bráðsjúkutryggingini kanst tú velja millum hesar upphæddir:

Upphædd Gjald um mánaðin

kr. 50.000 kr. 41

kr. 100.000 kr. 80

kr. 150.000 kr. 113

kr. 200.000 kr. 148

Soleiðis teknar tú Bráðsjúkutrygging

Ynskir tú at tekna Bráðsjúkutrygging, skalt tú fylla út tekningarblað og heilsuváttan. Tú kanst fylla skjølini út á heimasíðuni, prenta tey út at skriva undir og síðani lata Norðoya Sparikassa tey.

Bráðsjúkutryggingin er í samstarvi við Betri Pensjón og tekur við eina mánað eftir, at tryggingin er teknað. Hetta er treytað av, at Betri Pensjón góðtekur heilsuváttanina.

Tryggingarútgjald

Um tryggingartakarin, og/ella barn hjá tryggjaða upp til 18 ár, fær staðfest eina bráðsjúku, verður upphæddin útgoldin til tryggingartakaran.

Upphæddin verður ikki skattað.

Uppsøgn

Vilt tú strika tryggingina, kann hon sigast upp skrivliga til fyrst í einum mánaði.

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost