Lán til elbil
Elbillán
Tað kann vera ein góð fíggjarlig avgerð at skifta bilin út, áðrenn bilurin nær tann aldurin, tá hann krevur ábøtur.
Norðoya Sparikassi ynskir at verða tín viðspælari í tíni avgerð um eina burðardygga framtíð. Hetta gera vit við at veita eina lagaligari rentu til elbilar.
Við einum elbilláni kanst tú keypa ein nýggjan ella ein brúktan elbil.
Fyrimunir
Felags fyri umhvørvisvinarligu bilarnar er, at teir eru undantiknir flestu avgjøld og eru sostatt bíligari í rakstri enn bilar annars.
Umframt lagaligari rentu eru fyrimunirnir hesir:
- Lagaligur vegskattur
- Upp til kr. 70.000 av meirvirðisgjaldinum verða endurgoldnar
- Bíligari streym við grønum málara
Um elbillán
Áðrenn vit bjóða tær elbillán, hyggja vit at fíggjarviðurskiftum tínum. Á tann hátt koma vit fram til, hvussu nógv tú kanst læna, og hvussu nógv tú kanst gjalda aftur um mánaðin.
Renta og treytir
Treytin fyri at fáa elbillán er, at tú í minsta lagi hevur 30 % í eginpeningi.
Rentan er broytilig og verður ásett eftir útgjaldinum á bilinum. Sí annars rentuyvirlit.
Keypir tú nýggjan elbil, kann áramálið á láninum vera upp til 7 ár.
Vanliga verður tú biðin um at seta bilin sum trygd fyri láninum, og tá er krav, at bilurin er fult tryggjaður.
Skalt tú hava elbillán, mást tú vera í minsta lagi 18 ár, og fíggjarviðurskifti tíni skulu vera góð.