Stovna Silvakontu
Tað er ongantíð ov tíðliga at hugsa um samansparing til barnið.
Um Silvakontu
Barnasamansparing og útbúgvingarsamansparing eru tveir av mongum møguleikunum, tú kanst geva barni tínum. Tað er ongantíð ov tíðliga at hugsa um samansparing til barnið, og við einari Silvakontu kanst tú geva barninum eina góða byrjan.
Hvat er ein Silvakonta?
Øll børn, ið eru 0-12 ár, kunnu stovna Silvakontu. Tá ið tú stovnar Silvakontu, fært tú eina Silvabússu og eina gávu frá Silva.
Foreldur/verjar kunnu stovna Silvakontu.
Silvakonta er spennandi, og saman við Silva er tað bæði øðrvísi og stuttligt at spara saman. Kemur tú inn við føðingardagspeninginum, ella hevur fasta flyting inn á Silvakontuna, fært tú eina gávu frá Silva.
Peningurin á Silvakontuni er bundin, til tú verður 13 ár. Peningurin verður tá sjálvvirkandi fluttur á eina Gull 2, sum er ein ungdómssamansparing. Gull 2 er bundin, til tú verður 18 ár.