Ung 13-17 ár
Sum ungdómskundi fært tú fleiri fyrimunir. Stovna tær Gullkontu í Norðoya Sparikassa.
Gullkonta er kontuskipanin til ung millum 13 og 26 ár
Á 13 ára føðingardegi tínum bjóðar Norðoya Sparikassi tær fleiri nýggjar møguleikar. Tú kanst m.a. fáa Mastercard Debit og Netbanka, har tú bert hevur atgongd til at síggja saldu og bókingar.
Við Gullkontu fært tú tvær kontur, Gull 1 til løn og lummapening og Gull 2 til samansparing.
Tá ið tú stovnar tær Gullkontu, fært tú ein flottan ryggsekk.
MasterCard Debit
Tá tú verður 13 ár, kanst tú fáa eitt Mastercard Debit. Ert tú yngri enn 15 ár, mugu tíni foreldur/verjar skrivliga geva tær loyvi at fáa kortið. Mastercard Debit er eitt gjaldkort, sum kann nýtast í sjálvtøkum og handlum í Føroyum og uttanlands. Kortið kanst tú prýða við egnari mynd, um tú bíleggur tað her á heimasíðuni.
Bílegg mynakort her.
Mastercard Debit er ókeypis og kann nýtast til at taka út tøkan pening av kontuni.
Tá ið tú bíleggur kortið, tekur tað vanliga tvær vikur at fáa tað. Er talan um endurbílegging, tekur tað umleið eina viku at fáa tað.
Tú ert altíð vælkomin
Saman við ungdómsráðgeva tínum í Norðoya Sparikassa, kanst tú fáa yvirlit og góða ráðgeving um, hvussu tú lættliga kanst greiða tíni fíggjarligu viðurskifti, tá talan er um samansparing, útbúgving, lestrarlán, billán, bústaðarsamansparing ella tryggingar.
Kom inn í sparikassan til eitt ungdómsprát og saman finna vit tænasturnar, ið best hóska tær.