Gjaldkort leggjast í Apple Pay og Google Pay í netbankanum

Av trygdarávum kanst tú bert leggja tíni gjaldkort í Apple Pay og Google Pay umvegis netbankan sum app.

Um tú til fánýtis hevur roynt at lagt títt gjaldkort inn umvegis Wallet appina, skulu ganga umleið 45 dagar, inntil kortið kann verða lagt inn umvegis netbankan sum app. 

Tí verður mælt til at leggja gjaldkort í Apple Pay og Google Pay beinleiðis í netbankanum sum app og ikki umvegis appina Wallet.