Vælkomin til opið hús 19. oktober

Leygardagin 19. oktober verður mentanarnátt í Klaksvík. Í hesum sambandi hevur Norðoya Sparikassi opið hús kl. 16:00-20:00, har tú sleppur at hyggja teg um í Norðoya Sparikassa. 

Vit bjóða suppu og okkurt gott verður eisini til børnini.

Eisini hava vit eina kapping, har vit burturluta 5 gávukort á 1.000 kr. frá Klaksvíkar Handilsfelag. Kom inn í Norðoya Sparikassa og royn eydnuna.

Øll eru hjartaliga vælkomin.