Nám gevur út undirvísingartilfar um eginbúskap í samstarvi við Felagið Peningastovnar

Talgilt undirvísingartilfar um eginbúskap er nú klárt at brúka til undirvísing í hádeild í fólkaskúlum kring landið.
Endamálið við tilfarinum er at kunna næmingar um ávís búskaparlig hugtøk við dømum úr gerandisdegnum. Hetta skal geva teimum bæði áræði og royndir, soleiðis at tað gerst lættari at taka støðu í búskaparligum viðurskiftum.
Tað er Danmarks Matematiklærerforening, sum hevur gjørt undirvísingartilfarið. Tað verður brúkt í árligu pengavikuni í Danmark, sum Finans Danmark skipar fyri. Nám hevur nú týtt hetta tilfarið til føroyskt.
Felagið Peningastovnar heldur tað vera umráðandi at børn og ung læra um eginbúskap, og hava tí fíggjað hesa verkætlanina og fara, eftir áheitan frá lærarum, at luttaka í undirvísingini.
Tey ungu vilja læra um eginbúskap
Fyri nøkrum árum síðan varð eitt uppskot lagt fyri ungdómstingið, sum snúði seg um at gera eginbúskap til lærugrein í 9. flokki. Uppskotsstillararnir grundgóvu m.a. við, at í 9. flokki klára vit at raka øll, og øll fáa grundleggjandi vitan innan eginbúskap.
“Eginbúskapur er ikki vorðin ein serstøk lærugrein, men tað er partur av námsætlanunum í støddfrøði og samfelagsfrøði, og tað er okkara vón, at hetta tilfarið kann vera við til at geva teimum ungu eina fatan av eginbúskapi og eitt grundarlag at byggja víðari á”, sigur Sigfríður Símunarson Sólsker, útgávuleiðari hjá Námi.
Vitan um fíggjarviðurskifti er avgerandi
”Vit vita, at tá børn og ung læra um pengar tíðliga í lívinum, eru størri sannlíkindi fyri, at tey fáa góðar pengavanar alt lívið, og vit fegnast tí um, at NÁM hevur framleitt so áhugavert og kveikjandi tilfar, sum eisini ger tað munandi lættari at skilja hugtøk, so sum renta, lán og afturgjaldstíð”, sigur Felagið Peningastovnar.
Tilfarið kann verða brúkt í samfelagsfrøði- og støddfrøðitímunum, antin í hvør sínum lagi ella tvørfakliga. Miðað verður eftir, at alt tilfarið verður gjøgnumgingið eina viku, men lærarar og skúlar fara sjálvir at leggja hesa undirvísingina til rættis. Vónandi kann hon gerast til ein fastan part av ársætlanini, og bankaráðgevar eru klárir at vera gestaundirvísarar, tá ið undirvísingin verður.