
Norðoya Sparikassi lækkar renturnar
Rentulækkingin er grundað á seinastu rentulækking hjá Tjóðbankanum frá farna mánaða og umfatar bæði privat- og vinnukundar.
Broytingarnar eru hesar:
- Útlánsrentur lækka við upp til 0,15 %-stigum
- Innlánsrentur lækka við upp til 0,25 %-stigum
Broytingarnar koma í gildi 18. februar 2025.
Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.