
Ver varin við teldupostum
I løtuni er eitt phishing átak í umferð í Føroyum.
Talan er um ein teldupost, við einari pdf.-fílu, ið tú verður biðin um at trýsta á.
RÁÐINI ERU: Trýst ikki á pdf-fíluna. Strika teldupostin beinanvegin.
Um trýst verður á pdf.-fíluna, verður tú, í næstu mynd, biðin um at logga á við brúkara og loyniorði.
Hevur tú trýst á fíluna, og skrivað brúkaranavn og loyniorð, skalt tú beinanvegin broyta títt loyniorð. Nýtir tú sama loyniorð aðrastaðni, viðmæla vit, at tú eisini broytir tað har.
Vinarliga
Norðoya Sparikassi